Frítíðarkortini kunnu avheintast á skrivstovuni

Ì samband við at Eiðis Bóltfelag í dag hevur tilmeldingardag vilja vit minna á, at til ber at heinta frítíðarkort á kommunuskrivstovuni  í dag, frá klokkan 09:00 til 15:00

Øll børnini í árgangi 2004 til og við árg 2015 fáa sokallað frítíðarkort frá Eiðis kommunu.

Kortið hevur eitt “virði” á kr. 2.000,00 og kann bert brúkast í 2021.

Kortið í sær sjálvum skal ikki brúkast tá gjalding ella tilmelding er á skránni.

Tilmelding til frítíðarvirksemi fer fram á tann hátt at heitt verður á avvarandi felag, um at seta seg í samband við Eiðis kommunu. Felagið skal upplýsa kommununi fult navn og føði dato.

Eru ivamál ella spurningar kann ringjast á tel.200400 ella skrivast til eidi@eidi.fo.

 

Kortið kann nýtast i samband við virksemið hjá EB, EB/Streymi, Norðljómi og talvfelagnum Róki.