Frítíðarkortini

Nú ítrottar og frítíðarvirksemið so við og við byrjar aftur, vilja vit hervið boða frá, at frítíðarkortini kunnu heintast á kommunuskrivstovuni, mánadag til hósdag frá klokkan 08.00 til 16.00.

Kortið hevur eitt “virði” á kr. 2.000,00 og kann bert brúkast í 2020.

Kortið í sær sjálvum skal ikki brúkast tá gjalding ella tilmelding er á skránni.

Tilmelding til frítíðarvirksemi fer fram á tann hátt at heitt verður á avvarandi felag, um at seta seg í samband við Eiðis kommunu. Felagið skal upplýsa kommununi fult navn og føði dato.

Eru ivamál ella spurningar kann ringjast á tel.200400 ella skrivast til eidi@eidi.fo

 

Kortið kann nýtast i samband við virksemið hjá EB, EB/Streymi, Norðljómi og Róki (Talvfelagið).