Frítíðarskúlin september 2021
Í ár leggur frítíðarskúlin enn meiri dent á rørslu, spæl, sang, tónleik og rytmu.
Rørsla og spæl hava alstóran týdning fyri barnið. Børn hava ein náttúrligan tørv á at røra seg og at spæla, fyri at tey kunnu mennast. Gjøgnum rørslu og spæl mennir barnið seg kropsliga, sosialt og intellektuelt. Sama er galdandi fyri tónleik. Tónleikur kveikir hugaflogið ella ímyndingarevnini hjá børnum, og tónleikur økir um evnini at læra. Børnini hugna sær eisini væl við tónleiki, og børn stuttleika sær gjøgnum tónleik og spæl.
Frítíðarskúlin hevur lagt seg eftir at fáa eyka kreativar hendur at fremja hesa menning í ár. Frítíðarskúlin hevur tí gjørt samstarv við nakrar staðbundnar førleikar. EB-hondbóltsvenjari og ítróttarlærari Kristinn Gudmundson er komin at arbeiða nakrar tímar hvønn dag hjá okkum. Somuleiðis hava vit fingið Høgna Hummeland ungdómsvenjara í EB/Streymi at koma at arbeiða nakrar tímar um vikuna hjá okkum, soleiðis at børnini kunnu fáa fleiri rørsluupplivingar uttandura t.d. á vøllinum. Somuleiðis hava vit gjørt avtalu við “Tónaflog” – einaferð um vikuna fram til jóla – um at koma at stimbra børnini við tónleiki, bæði sum einstaklingar og sum bólk. Tað er Hervør á Torkilsheyggi, sum kemur at eggja børnini gjøgnum sang, tónleik og rytmu.
Starvsfólkini í frítíðarskúlanum eru hvønn dag saman við børnunum fyri at tryggja teimum javnvág, tryggleika og góðar upplivingar. Starvsfólkini eru spent, nú frítíðarskúlin víðkar virksemið við meiri rørslu og tónleiki og gleða seg til at kunna geva børnunum enn fleiri áhugaverdar og góðar upplivingar.