Fryntligi Føroyameistarin

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Korndalsbýlið á Eiði varð tikið í nýtslu í 1999, og vóru hetta kærkomin tíðindi hjá teimum eldru borgarunum í kommununi. Í hesi grein verður vitjað í Korndalsbýlinum, har tosað verður við eina serliga kvinnu.

Prátið gongur væl

Tað er hósdagur, nú leiðin gongur oman í Korndalsbýlið ein góðveðursdag. Á stovninum er pláss fyri fimtan búfólkum, og summi teirra sita í stovuni og hyggja í sjónvarp, tá eg tríni inn til eitt prát við tey. Prátið gekk væl. Serliga varð prátað um barnaár og um Eiðis bóltfelag, nú felagið fyllur 110 ár.

Aldursforseti og Føroyameistari

Elsti borgari í Eiðis kommunu býr eisini í Korndalsbýlinum. Talan er um 99 ára gomlu Astrid Joensen.

Meðan vit gera klárt til samrøðu, tekur Astrid sær av løttum. Á vegginum hanga myndir av familju hennara. Hjá sær hevur hon eisini ein flatskerm. Hon er skjót at viðmerkja, at hon hevur hugt í sjónvarp í nógv ár, men nú sær hon ikki undirtekstin, og tí hevur hon lítlan hug til tað longur. Eg greiði henni frá, at eg eri komin at seta henni nakrar spurningar. Tá hon fær hetta at vita, sæst á henni, at hon gerst spent til samrøðuna.

Hvussu var at vaksa upp á Eiði?

Tað var paradís. alt var frítt! sigur Astrid, nú hon minnist aftur á síni ungdómsár. Minninum bilar so einki hjá hesi fryntligu kvinnu. Hon heldur fram at greiða frá. – Tað var sjálvandi ein onnur tíð. Tað líknar ikki. Vit gingu í skúla og spældu nógv úti. Vit dansaðu á vegnum, lakkaðu paradís og spældu “Røvari og soldat”.


Astrid Joensen er elsti borgari í kommununi. Hon var borin í heim 27. mai 1923. 

10. desember í 1944 giftist Astrid við Andreasi Joensen úr Haldórsvík. Saman fingu tey fimm børn.

Andreas treivst væl á Eiði. Hjá mær ráddi tað um at passa hús og børn. Sigur Astrid smílandi.

Føroyameistari í 1947

Umframt nógva arbeiðið, spældi Astrid eisini hondbólt og var við til at tryggja EB einasta meistaraheiti í bestu hondbóltsdeildini í 1947. Astrid stóð í mál fyri EB, og spurd um hetta sigur hon soleiðis:

At vinna var ein stuttlig løta. Vit vóru bodnar at eta hjá tveimum Eiðismonnum, har vit eisini fingu bjóðað øl. Vit hugsaðu ikki meira um tað. Tað fingu vit átalu fyri, av tí allar vóru limir í losjuni. Tað bleiv spurt, um vit ikki vistu av tí. Mundi tað vera sterkt øl, tað trúgvi eg aldrin. Sigur Astrid og flennir. – Síðani sigldu vit norður, og vit dansaðu mest sum allan vegin til Oyrar.

Lætta lyndi og ungdómurin í dag

Tað er greitt at Astrid er løtt av lyndi, og hetta hevur spælt stóran leiklut alt lívið.

Vit flentu altíð nógv. sigur Astrid. Her sipar hon til tær kvinnur, sum hon hevði bindiklubba saman við og heldur fram. – Tað var stuttligt at vera í bindiklubbi. Nógv varð prátað, og eisini bundu vit heilt nógv. Menninir høvdu hug at arga okkum. Teir spurdu okkum, hvat vit slatraðu um. Eg vildi ikki sagt, at tað var so nógvur slatur. Vit tosaðu mest út frá okkum sjálvum, og tosaðu eisini um ymiskar bindiuppskriftir.

Hvør heldur tú er størsti munur millum ungdómin tá og í dag?

Tey ungu hava tað kanska ikki líka strævið, sum vit høvdu tað til tíðir. Vit gingu í skúla, men hjá okkum ráddi tað eisini um at arbeiða aftaná skúlatíð. Í dag skulu tey alt. Tey eru í skúla, og so skulu tey náa allan møguligan ítrótt og fleiri tiltøk. Tað er sjálvandi ymiskt frá barni til barn. 

Astrid Joensen var borin í heim 27. mai 1923, og liggur ein stórur føðingardagur tí fyri framman. Hon kennir seg tó als ikki so gamla.

– Eg dugi ikki at fáa tað at passa. Fólk siga mær, at eg kann ikki vera nærum 100 ára gomul, tí eg síggi so gott út!. Eg havi helst altíð havt eitt ungt sinnalag, og tí kenni eg meg ikki so gamla. Eg eri sjálvandi greið yvir, at eg eri gomul. Kroppurin vil ikki tað sama longur, men eg havi havt tað gott.

Ein kann helst undrast yvir, hvat skal til fyri at gerast so mikið gamal. Fyri aldursforsetan á Eiði, eru tað serliga tvey ting, sum spæla ein stóran leiklut.

Eg havi havt góða heilsu, og eisini er sinnalagið lætt. Eg eri kanska skjót báðar vegir, men tað ger ikki so nógv. 

Arbeiði hevur verið drívmegin

Spurd um hvør drívmegi hennara hevur verið øll hesi árini, er hon nakað óviss um, hvat hon skal siga. Eftir at hava hugsað seg um, kemur eitt svar.

Arbeiðið. Arbeiðið hevur verið mín drívmegi. Eg hevði altíð nokk at gera við at hoyggja, ganga við leypi og ymiskar aðrar uppgávur, umframt at passa hús og børn.

Samrøðan gongur nú ímóti endanum, men áðrenn eg sleppi Astrid heilt, havi eg ein seinasta spurning til hennara.

Hevur tú nøkur góð ráð til lesararnar?

– Eg veit ikki. sigur Astrid og steðgar á eitt bil.  – Tað er so ringt hjá mær at siga hvat onnur skulu gera. Vit eru øll so ymisk. Eg kann siga tað, at eingin sleppur snikkaleysur. Vit eru øll fyri mótgangi, men vit skulu vera glað fyri tað, sum vit hava.

Við hesum góðu ráðum í huga fara vit úr Korndalsbýlinum, og hendan greinin er nú komin at enda. Takk til starvsfólkini fyri sýndan blíðskap.