Funnu fløskupost niðri á Møl
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Fríggjadagin í farnu viku skipaðu næmingar í Eiðis skúla fyri ruddingardegi í bygdini. Tað var í hesum sambandi, at næmingar í 7. flokki funnu nakað so sjálvsamt, sum ein fløskupost niðri á Møl. Tveir teirra vóru framvið á skrivstovuni, til eina samrøðu um hendan forkunnuga lutin.
Tað vóru trettan ára gomlu Nóa Sólsker og Aleks Rosas Langaard, ið funnu postin. Afturat teimum á ruddingardegnum var Boas Høghamar úr 6. flokki, men hann var ikki til samrøðuna.
Fløskuposturin er dagfestur 27/10/2009 og er sostatt næstan 15 ára gamal. Nóa vísti á, at fløskuposturin er eldri enn allir næmingarnir í skúlanum.
Spurdir um hvussu tað var at finna postin, søgdu teir soleiðis:
– Vit sóu eina fløsku niðri á Møl. Vit koyrdu fløskuna í skrell, men Nóa sá okkurt blátt pappír í henni.
Hetta pappíri vísti seg, at vera ein fløskupostur, sendur úr Nørre Nissum í Danmark. Boðini úr Jútlandi snúgva seg um, at viðkomandi, ið finnur postin, verður biðin um at seta seg í samband við sendaran og greiða frá hvar fløskan er komin. Eisini verður hugleitt um hvar posturin endar.
Í brævinum verður hugleitt um hvar posturin man fara at enda. Møguleikarnir eru fleiri, verður skrivað.
Tað er júst hetta, ið ætlanin er sambært næmingunum. Teir hava gjørt eitt skriv klárt, og verður tað sent ein av fyrstu døgunum.