Fyribyrgjandi venjingar fyri borgarar 67+

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða í:

Hólmahúsinum á Eiði

Mánadag og hósdag     kl. 13 – 14

Byrjað verður mánadagin 5. september 2022

 

Tilmelding fer fram í Hólmahúsinum.

Kostnaður og gjaldstreytir

Borgarin rindar:

·       kr.  199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.

·       Kr.  249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.

 

Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.

Við hesum gjaldi hevur borgarin atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.

Flutningur

Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað.  Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo.