Fyrsti landsdystur í Hólmanum – Frásøgn og myndir

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Tað er hósdagur 1. september 2022. Hesin dagurin skal vísa seg at gerast søguligur fyri Eiðis bygd, nú fyrsti landsdysturin nakrantíð verður leiktur á vøllinum. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og tónleikurin ljómar úr sterku hátalarunum. Alt frá kendu fótbólts sangunum, til tann sterka kvæðamálmin hjá Týr.

Nógvir áskoðarar eru møttir, fyri at stuðla teimum ungu gentunum, ið skulu umboða u-19 landsliðið hetta kvøldið.

Millum stuðulsrópini undan dystinum, hoyrist prát av fremmandamálið. Forkunnugu gestirnir úr Estlandi tykjast ikki sørt bergtiknar av vøkru umstøðunum.

Fløggini bæði eru vundin í húnar hátt, meðan tjóðsangirnir báðir vera spældir fyri leikarum og fjøld.

Fyrst hin Estiski tjóðsangurin, hvørs heiti kann týðast til ” Mítt faðirland, mín gleði og frøi”. Síðani hin so væl ljómandi tjóðsangur Føroya. 

Áskoðarnir, sum taldu gott 100 fólk, sluppu at síggja eitt føroyskt lið, sum bardist fyri hvønn bólt, og einaferð var um reppi at bólturin fór inn, tá ið hann brast á tvørtræi.
Einaferð var bólturin í málinum, tó taldi hetta ikki, orsaka av at málskjúttin stóð í rangstøðu.

Gestirnir frá tjóðini við Eystursjógvin vóru við yvirlutan mest sum allan dystin, og endastøðan gjørdist ein 0-4 sigur til genturnar úr Estlandi.  

Tá ið seinasta bríksl hevði ljóðað, vóru føroysku leikararnir fagnaðir fyri avrikið, tó at úrslitið ikki var til vildar. 

 

 

Myndasavn