2 Fysioterapeutar (farloyvisstarv) til VEKS

 

Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt og fram til ávíkavist 1. apríl og 1. juli 2019.

Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.

Tú verður partur av einum terapeutiskum starvstoymi við 4 starvsfólkum – 2 fysioterapeutar og          2 ergoterapeutar.

 

Førleikakrøv

Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.
Góð samstarvs- og samskiftisevni.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.
Arbeiðsuppgávur

Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar,  endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
Samstarva við m.a. visitator innan terapeutiska partin í samband við visitering, heimavitjanir v.m., og annars stuðla starvsfólkahópinum í sínum dagliga arbeiði.
Vit kunnu bjóða

Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
Dugnaligar starvsfelagar.
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

Setanarstað og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. august 2018.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo