Bygdaráðsfundur á 130 ára degnum hjá Eiðis kommunu

Í gerandisdegnum eru fundir hjá Eiðis bygdaráð á skránni klokkan 18:00, men á 130 ára degnum, 1 oktober 2024, var eitt undantak gjørt. Fundurin var settur klokkan 09:00. Hetta tí, at fyrsti fundurin nakrantíð hjá Eiðis bygdaráð var eisini klokkan 09:00, mánadagin 1. oktober í 1894.

Til fundin á 130 ára degnum vóru áhoyrarar úr 7. flokki í Eiðis skúla, og fingu teir innlit í hvussu ein bygdarráðsfundur er skipaður.