Faklagonga á nýggjárinum

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Gamlaárskvøld á Eiði hevur nakað serligt yvir sær, og 31. desember  2023 var einki undantak í so máta.

Eiðis róðrarfelag skipaði fyri faklagongu. Byrja var við Durhúsgrundina, og gingið var oman í Hólman, har nakað av fýrverki varð skoti, og luttakarar fingu te, kaffi, sunkist og okkurt søtt.

Eiðis kommuna ynskir øllum eitt eydnuberandi nýggjár.