Myndir frá heilsuvikuni 2024

Við hesum vil Eiðis kommuna takka øllum, ið tóku lut í tiltøkunum í farnu viku.

Myndirnar eru frá altjóða fyrilestrakvøldinum, ruddingardegnum, morgunvenjing, seymihugnanum í Eiðis skúla og gongutúrinum, sum var sunnudagin.

Heilsuvikan er eitt afturvendandi tiltak, sum Eiðis kommuna skipar fyri í samstarv við fólkaheilsuráðið, undir verkætlanini “ABC fyri sálarheilsu”

– Ver virkin
– Ver saman
– Ver hugbundin