Tiltak um Økistónar í Kolshøll (18.06.24)
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Stuðulsskipanin “Økistónar”, ið er ætlað konsertfyriskiparum, fer av bakkastokki seinni í ár. Í hesum sambandi varð skipað fyri fyrilestri í Kolshøll, har fyriskipararnir greiddu hvussu skipanin er skrúva saman, hvør kann nýta grunnin og hvussu søkt verður.
Fitt av áhoyrarum vóru møttir fyri at frætta um hesa komandi skipan, og tóku teir eisini av møguleikanum fyri at seta viðkomandi spurningar.
Umframt fyrilesturin var ein tónleikaframførsla við Guðrið Hansdóttir eisini hetta kvøldið. Spurningarnir tagnaðu og áhoyrararnir vóru mestsum trøllabundnir av dreymakendu tónunum, ið ljómaðu í høllini.
Nýggja stuðulsskipanin fer av bakkastokki 1. oktober.