
Grønir dagar í Eiðis skúla
23. mai 2025
Orð og myndir: Eiðis skúli.
Í góðveðrinum, sum hevur verið seinastu vikurnar, hava vit arbeitt á “grøna økinum” oman fyri ítróttahøllina.
Runnar eru settir niður. Somuleiðis eru eplini komin í moldina.
Hetta er fyrsta stig av eini ætlan, sum kemur at taka nøkur ár at fullføra.