Grundøkir á Eiði

Eiðis kommuna heitir nú á fólk sum eru áhugað at keypa grundøki á Gerðisvegi, um at skriva seg upp hjá kommununi. Kommunan hevur keypt lendi ið svarar til fimm grundøkir. Grundøkini koma at vera áleið 450-500m2 og kostnaðurin fyri stykkini er 150kr/m2.

Grundøkini eru ikki útgrivin, men kommunan arbeiðir við at fáa eitt samstarv við arbeiðstakara, so øll tey ið ynskja at fáa stykkið útgrivið, kunnu fáa eitt tilboð upp á hetta.

Hesi fimm stykkini koma koma øll at vera á niðaru síðu á Gerðisvegi.

Á Gerðisvegi er fantastiskt útsýni norður gjøgnum Sundalagið, økið liggur eisini tætt við skúla, frítíðarskúla, ítróttarhøll og handil.

Um áhugin vísir seg at vera stórur, verður lutakast millum øll tey ið skriva seg upp, um hvør fær stykki og hvør skal hava hvat stykki.

Freistin at skriva seg upp er 08.10.2019 kl.12:00

Til ber at skriva seg upp við at senda teldupost á eidi@eidi.fo

Myndina eigur Ólavur Høghamar Ejdesgaard, útsýni av Gerðisvegi.