Hallur Joensen í Rose’s Café

Leygardagin 26 juni, hevur hugnaliga matstovan við Ljósa  “Rose’s Café & Catering”  tvey ár á baki. Ì hesum sambandi verður hátíðarhald á matstovuni. Country kongurin Hallur Joensen kemur framvið, at syngja nakrar av sangum sínum. Dagurin byrjar klokkan 14.00 við góðum mati og drekka afturvið.

Klokkan 16.00 kemur Hallur at framføra, og dagurin endar klokkan 20.00. Teltpláss vera sett upp, soleiðis at pláss er fyri nógvum fólkið.

Atgongumerkið kostar 350 ,- og tá er alt við. Matur, drekka og undirhald. Sí nærri boð á facebook síðuni hjá Rose’s Café & Catering.

https://www.facebook.com/events/406931330730522?ref=newsfeed