Hátíðarhald: Eiðis kommuna 125 ár
Hátíðarhald: Eiðis kommuna 125 ár
Øll eru hjartaliga vælkommin í føðingardag hjá Eiðis kommunu.
Fyri 125 árum síðani, tann 1. oktober kl.09:00, var fyrsti bygdaráðsfundurin í Eiðis kommunu hildin. Teir, ið mannaðu bygdaráðið tá, vóru Grækaris Joensen (borgarstjóri), Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse.
Eiðis kommuna fer at hátíðarhalda runda dagin tann 01. oktober.
Dagurin byrjar við, at bygdaráðið hevur almennan bygdaráðsfund kl.09:00 um morgunin. Eftir fundin fara bygdaráðslimirnir at vitja barnagarðin, skúlan og eldrabýlið við einum søtum bita.
Um kvøldið verður stóra hátíðarhaldið. Byrjað verður kl.18:00 í húsinum í Hólmanum. Landsstýrismaðurin í kommunumálum Helgi Abrahamsen og borgarstjórin bera fram røðu. Rasmus Joensen fyrrverandi bygdaráðsformaður kemur eisini at hugleiða um Eiðis kommunu gjøgnum hesi 125 árini. Millum røður og hugleiðingar spæla Eiðis ljómfelag og Fróði Bjarnason Joensen.
Eftir tiltakið verða smárættir og okkurt søtt til matna.
Øll eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin til tiltakið.
Eiðis kommuna