Heartist sýndur í Keypmannahavn
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í tíðarskeiðnum 29. februar til 10. mars verður skipað fyri filmsdøgum á Norðuratlantsbryggjuni, og har verður heimildarfilmurin um Sigrunna Gunnarsdóttir á skránni, leygardagin 2. mars. Filmurin um eiðiskvinnuna hevur veruliga gjørt um seg seinastu tíðina, og tað er avgjørt ikki fari framvið hjá fyriskiparunum á Norðuratlantsbryggju, ið endurgeva lýsingina hjá Cphdox, har Heartist hevði heimsfrumframførslu:
Eitt skapilsi klætt í purpur og ljósareyðum litbrigdum gongur í teirri øtiligu føroysku náttúruni. 72 ára gamla listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir gongur sín dagliga túr kring vatnið nær við hús hennara, ið gevur henni listarligan íblástur. Hon er altíð í gongd. Í gongd við at málað, við at hanga upp, við at spæla borðtennis við manninum. Litríka og navistiska listin hjá Sigrun er við til, at hon er millum týdningarmiklastu og best dámdu føroysku listafólkini.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur eisini eina framsýning á bryggjuni, ið byrjar leygardagin 8. juni.