Heilsaðu uppá nýggja læknan
24. juni 2020
1. apríl 2020 byrjaði Heini Harryson í føstum starvi, sum kommunulækni í viðtaluni við Norðskála.
Orsaka av korona so hava borgarstjórarnir í Eiðis og Sunda kommunum ikki haft høvi at heilsa honum vælkomnum.
Hetta bleiv tí gjørt týsdagin við tað, at Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, fóru á gátt og handaðu Heina eina gávu við ynskjum um, at hann fer at trívast væl sum lækni í Eiðis læknadømi.
Heini Harryson nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2010 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2020. Heini Harryson hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon, sum liður í serlæknaútbúgvingini.