Heimasíðan aftur í luftini

Sum nógv helst hava lagt til merkis, hevur heimasíðan hjá Eiðis kommunu í eina tíð verið óvirkin. Nú hava vit so tikið okkum um reiggj og fingið hana aftur í luftina.

Heimasíðan er í hesum sambandi latin í nýggjan ham og við brúkaravinarligum yvirlitum og sniðvegum. Umframt at síðan inniheldur allar tær upplýsingar, sum borgarar og onnur hava brúk fyri, so er ætlanin at síðan skal vera ein livandi partur av bygdalívinum, har vit við myndum og teksti siga frá tí sum fyriferst í kommununi. Tí vilja vit heita á tykkum, brúkararnar um at siga okkum frá um tiltøk og annað, sum er á skránni. Eisini takað vit fegin ímóti myndum og líknandi, sum kunnu hava áhuga hjá almenninginum.

Um tit vilja í samband við kommununa kunnu tit senda ein teldupost til eidi@eidi.fo ella fylla út frymilin her.