Hetta er ein win-win støða

8 mars klokkan 8.00 hevði handilin INN á Eiði, á fyrsta sinnið opið ein sunnudag.  Spurdur um orsøkirnar til hesa avgerð, svarar Mortan Mørkøre, krambakallur, at tað snýr seg um at veita betri tænastu til kundarnar. At hava opið sunnudag, snýr seg eisini um, at fylgja við tíðunum. Tíðirnar broytast skjótt og ein liður í at fylgja við tíðunum, er at hava handilin opnan sunnudag. Tað lættir um gerandisdagin hjá lokala fólkinum, so tað er bara ein “ win-win” støða, sigur Mortan Mørkøre.

Tá ið Korona farsóttin var uppá tað hægta, vuksu inntøkurnar í handlinum við góðum 50 %. Hetta tí, at fólk vitjaðu ikki handilin eins ofta og harvið keyptu fólkini meira innundir seg.
Sigast skal, at við í hesum tølunum eru eisini inntøkurnar frá, at hava opið hvønn dag í vikuni, eins og fleiri heiligdagar. Korona hevur ikki havt neiliga ávirkan á okkum, sigur Mørkøre.

Til tað dagliga virksemið, hevur Mortan Mørkøre 6 starvsfólk afturat sær, eins og bróður sín Boga Mørkøre.

Bogi hevur 10 ár á bakið sum handilsfólk, og er útbúgvin krambakallur. Hann byrjaði virksemið í handlinum á Eiði, 1. Januar í ár. Fyrstu tíðina starvaðist hann eisini sum handilsmaður  í Vestmanna men so við og við, fór hann at starvast fulla tíð á Eiði. Mørkøre brøðurnir reka handilin saman.

Ein tann nýggjasta tænastan, ið INN bjóðar kundunum er “ ja takk” skipanin.  Tað er ein tilboðsrobottur á facebook. Kundar, ið viðmerkja “ ja takk” á ávísu tilboðini, fáa eina persónliga leinkju, ið verður brúkt til at avgreiða bíleggjingarnar.

Hendan skipanin, varð tøk í gjár og er eitt átak, ið er skipa saman við bíleggjingar miðlinum, menu.fo, ið verður rikin av Brynleivi Hansen og Boga Mørkøre.
Meðan vit sita og práta um virksemið handilsins, plingar óført í telefonini hjá Mortani, so staðfestast kann, at hendan nýggja skipanin er longu heilt væl umtøkt.

Ein onnur avgerð, ið tykist vera avbera væl umtøkt er also, at handilin hevur valt, at hava opið alla vikuna. Kundar okkara eru sera glaðir fyri at handilin eisini er opin sunnudagar.

Sum sagt, lættir hetta nógv um gerandisdagin hjá teimum, sigur Mortan Mørkøre.

Martin K. Kristiansen