
Hevur tú námsfrøðiliga útbúgving og ynskir at starvast á Eiði?
23. juli 2025
Hevur tú námsfrøðiliga útbúgving og ynskir at starvast á Eiði?
Korndalsgarður á Eiði søkir eftir:
Einum námsfrøðingi at starvast í Korndalsgarði 30 tímar um vikuna
á vøggustovu ella barnagarðsstovu.
Møguleiki er fyri at fáa fulla tíð seinri.
Vit ynskja ein námsfrøðing, ið hevur góð samstarvsevnir, ið
er jaligur og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og sum brennur fyri
at geva børnum góðar upplivingar.
Starvið verður at byrja 1. septembur 2025 ella skjótast gjørligt Les alla starvslýsingina her.