Heystfagnaðurin byrjar mikudagin
So er um at vera klárt til Føroya bygdasligasta tiltak. Hesa vikuna er nevniliga árligi Heystfagnaðurin á Eiði, sum hevur verið fyriskipaður á hvørjum ári síðani 2014.
Tiltøkini byrja mikudagin kl. 17.30 við barnavinarligari heystguðstænastu í Eiðis kirkju har Maria J. Niclasen og Emil Olsen standa fyri.
Hóskvøldið verða tveir áhugaverdir fyrilestrar og filmur á skránni í Mentanarhøllini. Eisini fer Niels Midjord at syngja.
Fríggjamorgunin verður, sum nakað nýtt skipað fyri svimjing á sjónum og møguleiki verður eisini at fara í heitar pottar. Seinnapartin verður millum annað loppumarknaður á kampingøkinum, fótbóltur og hestaríðing í Hólmanum og heimavirkissøla. Fríggjakvøldið verður pallborðsfundur í Mentanarhøllini og felags gekkaspæl í Miðhøllini í skúlanum. Seinni um kvøldið verður heyst-quiz og tónleikur í EB-húsinum.
Leygardagin er sera nógv á skránni. Nakrir av føstu tættunum eru aftur í ár, so sum fletting av kúgv og frálærufletting av seyði. Til bæði hesi tiltøk luttekur Frank Erichsen, eisini kendur sum Bonderøven. Eisini er FM í fletting og væl umtøktu kappingarnar um bestu kjøtpylsu og rullupylsu. Sum nakað nýtt í ár verður síðing fyri børn og djóragarður við húsdjórum.
Umframt alt hetta verða ymiskar framsýningar, sølubásar og livandi tónleikur. Tónleikararnir, sum fara at framføra eru Jens Marni Hansen, Marius Ziska, Kári P. og Tinganest. Leygarkvøldið endar við felagssangi og føroyskum og enskum dansi.
Sunnudagin verður skipa fyri gongutúri av Vaglinum og seinni verður fyrilestur við Frank Erichsen í Ítróttarhøllini.
Øll skráin fyri heystfagnaðin sæst her.