Hugleiðingar um jólatræðið

Í samband við at jólatræðið verður tendrað mánakvøldið klokkan 18:00 eru hesar hugleiðingar festar á blað

Í ár eru júst 50 ár liðin síðani Jólatræðið á Eiði varð tendra á fyrsta sinnið. Tað var sunnudagin 14. desember í 1969.  Nevnast kann til stuttleika, at fyrsta jólatræðið varð tilgjørt í kjallaranum, hjá Petur Martini í Garði og Jólastjørnan var so mikið tung, at toppurin av træðnum bognaði. Eiðis ljómfelag, sum varð endurstovnað í 1967, kom við hugskotinum og stóð eisini fyri tiltakinum.

Hendan dagin í 1969, spældi Eiðis Ljómfelag 6 sangir og var hetta fyrsta almenna framførðslan hjá feglanum síðani endurstovnan. 400 áhoyrarar vóru til tiltakið og fyrstilærari Heini Nygaard Olsen bar fram røðu.

Vert er at bíta merki í, at ein av føstu táttunum tey seinastu árini, nevnliga, jólamennirnir við pakkum í kommunu bilinum og seinni brandbilinum var ikki partur av tiltakinum nógv tey fyrstu árini. Hetta byrjaði seint í 80’inum.

Sigast má at tiltakið er væl umtøkt og bygdafólkini eru góð við jólatræðið.

Skrivað: Martin K. Kristiansen

Keldur: Hans Erland í Brekkunum, Arthur Ellingsgaard.