Hugnakvøld fyri limir í Føroya Arbeiðarafelag

Týskvøldið 28. oktober klokkan 19:00 verður hugnakvøld í Kolshøll fyri limir í Føroya Arbeiðarafelag. Tiltakið er eitt av fleiri kring landið, í samband við at felagið verður 100 ár í ár. Til tiltakið verður tónleikur, ábit, kaffi, hugni og bókaframløga av nýggju bókini um Føroya Arbeiðarafelag.