Húsavørður (farloyvisstarv) til VEKS
Húsavørður (farloyvisstarv) til VEKS
Søkt verður eftir húsavørði at seta í farloyvisstarv skjótast gjørligt og fram til 31.10.2019.
Talan er um starvsbrøk á 1,0
Førleikakrøv
Handverksútbúgving er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.
Góð samstarvsevni.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávurnar, sum húsavørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:
skipa og útinna alt vanligt viðlíkahald og aðrar dagligar húsavarðauppgávur innan- og uttandurða á heimum okkara í Streymnesi og í Vestmanna.
hava ábyrgd av og skipa fyri, at akførini hjá VEKS eru í góðum standi og fara til neyðugu eftirlitini.
duga at loysa trupulleikar, tá í á stendur.
Vit kunnu bjóða
Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú í stóran mun fært møguleika at skipa tín egna arbeiðsdag.
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi í tøttum samstarvi við starvs- og búfólk.
Setanarstað og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS og starvsstaður er á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi og á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. oktobur 2018.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Niels A. Joensen, leiðara á tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo
_ _ _ _ _
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,
Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo