Hvalurin tryggjaði sær bronsuna

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Leygardagin 3. juni 2023 var Norðoyarstevna, og sum vant høvdu róðrarfeløgini kring landið úr at gera. Hesin dagurin skuldi vísa seg at gerast søguligur fyri Eiðis kommunu. Hetta tí, at nýstovnaða róðrarfelagið á Eiði hevði tvær manningar við til Klaksvíkar. Talan var um bátarnar Hvalin og Kellingina, sum kappast ávikavist í 6. mannaførum við monnum og 5. mannaførum við gentum 17-18 ár. Menninir umborð á Hvalinum endaðu fyrsta róðurin á einum 7. plássi, og genturnar endaðu aftast í teirra róðri.

Hóast fyrsta úrslitið kanska ikki gekk heilt eftir vild, so vaks áhugin fyri kappróðri á Eiði mest sum dag frá degi. Søga varð nú skrivað, og lunnar lagdir undir at endurskipa róðrarvirksemið á Eiði. Stevnuna eftir var úrslitið hjá Hvalinum munandi betri. Tá endaðu teir á einum 3. plássi. Tað skuldi vísa seg, at Hvalurin fekk sera góða byrjan uppá kappingina og eftir fimm teir fyrstu róðrarnar lógu eiðismenn á einum 3. plássi í FM við 22 stigum.


Manningarnar báðar gera her seinastu fyrireikingarnar undan Ólavssøkuróðrinum. 

Serfrøðingar í føroysku miðlunum vísa á, at Hvalurin kláraði seg ómetaliga væl, havandi í huga, at felagið er nýtt. Serfrøðingarnir gleðast um tað nýggja felagið og vísa á, at hóast úrslitini hjá Kellingini ikki hava verið eftir vild, so er einki at stúra fyri, tí undir vanligum umstøðum tekur tað nøkur ár, áðrenn alt situr sum tað skal hjá eini nýggjari bátsmanning. Menninir umborð á Hvalinum gjørdu ikki mætari enn at vinna bronsu heiðursmerkið og endaðu kappingarárið við 30 stigum. Spennandi verður at fylgja Eiðis róðrarfelag framyvir.