Íbúðir á Eiði – næstan veruleiki
25. juni 2020
Klokkan 14.00 í dag fór freistin at lata tilboð inn um íbúðarbygging á Eiði.
Tilsamans komu tvey tilboð. Tilboðini komu frá lokalu fyritøkunum Sp/f BÚÐ og Sp/f Hammer-Smíð.
Eiðis kommuna hevur leingi kent tørvin á íbúðum í kommununi, og hesi tilboð skulu vera við at nøkta tann tørvin sum er.
Tað, at vit sum kommuna, fara at kunna bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar, eru vit ógvuliga spent upp á.
Allar súður eru tó ikki syftar enn. Borgarstjórin kallar bygdaráðið saman í komandi viku at viðgera málið og vónandi kann støða takast til tilboðini innan alt ov leingi.
Tað stendur bygdaráðnum frítt at velja og vraka millum innkomnu uppskotini.