Íbúðir á Eiði – verður nú veruleiki

Íbúðir á Eiði – verður nú veruleiki

Hóskvøldið 17. september skrivaðu Sp/f Búð og Eiðis kommuna undir sáttmála um keyp av lendi til íbúðarbygging.

Talan verður um 6-8 ibúðir á Kolshjøllum(gamla kampingøkinum) sum vera klárar at taka í nýtslu í 2022.

Sp/f Búð eigur verkætlanina, møguleiki er tó fyri at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir.

Tað var annars 25.juni at freistin fór, at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tilsamans komu tvey tilboð inn til bygdaráðið. Bygdaráðið mælti einmælt til, at skriva undir sáttmála við Sp/f Búð.

Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa sáttmálan endaliga upp á pláss, men hesin er nú undirskrivaður.

Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu at vit kunnu bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum.

Meir kann fáast at vita um verkætlanina við at venda sær til Sp/f Búð á telefon +298 289564, +298 213564 ella við teldupost á tk@bud.fo.

Sí fleiri myndir niðanfyri.

Myndasavn