
IRF: Broytingar í innsavningini um høgtíðina
22. desember 2023
Millum jól og nýggjár verða húsarhaldsposarnir á Eiði, við Ljósa og í Svínáum heintaðir mikudagin 27. desember.
Gevið gætur: Tá ið hált og kavi er, er tað týdningarmikið at hava í huga, at gonguleiðin til ruskstativið skal vera ruddað og trygg hjá innsavningarfólkinum at ganga á.