IRF: Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu (les meira um hetta niðanfyri)
Tøm vemburnar
Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunala bingjupláss her.

Seyðaskinn til endurnýtslu

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu.

Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini, er tað sera týdningarmikið, er skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at tit ansa eftir, at roðin ikki tornar.  Les meira um vegleiðingarnar hjá Oikos her.

Gevið gætur: Oikos hevur ikki møguleika at koma út á útoyggj og til Suðuroyar eftir skinnum. Harumframt skal tað nevnast, at Oikos ikki tekur ímóti hvítum og svørtum skinnum.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.