IRF – Hevur tú ongar posar eftir ?
Hevur tú ongan posa eftir?
IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13.
Í viku 12 verða grá rull borin út, og í víku 13 verða tey hvítu rullini borin út.
Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.
Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið.
Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.
Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu og hvítu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.
Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir.
Góð ráð til tín, ið ikki fær posarnar at strekkja
Nýt ikki posarnar til annað enn ruskstativið – annars fert tú at mangla.
Skil pappír og papp frá, t.d. allar smáeskjur frá húsarhaldinum – nýt hvíta IRF posan til hetta
Skil konservesdósir og annað smátt jarn frá – lat hetta í jarnbingjuna á endurnýtsluplássinum
Skil elektronikk og leidningar frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið.
Skil serliga dálkandi burturkast frá – lat hetta í reyða IRF posan ella á endurnýtsluplássið. Hvat kann eg annars lata í reyða posan?
Kommunal endurnýtslupláss
Hevur tú størri nøgdir av burturkasti, verður víst til kommunala endurnýtsluplássið.
Bingjuleiga
Skalt tú byggja, umvæla ella møguliga rudda ein heilan kjallara/loft, er eisini møguligt at leiga ein bingju frá IRF.