Ítróttarhøllin letur upp

Ítróttarhøllin letur upp aftur í dag.

Eiðis kommuna hevur ráðført seg við Korona ráðgevingina, sí samskifti niðanfyri:

“Landstýrið mælti til at ítrottarkappingar kunnu byrja aftur 19.mai uttan áskoðarir. Tá ið ítrottarfeløgini hava spurt, hava vit svarað, at tað ber ikki til at spæla fótbólt smittutrygt, um spælarir koma tætt at hvørjum øðrum. Tað ber tó til at minka um smittuvandan við t.d at hava vaska sær væl um hendurnar áðrenn byrjað verður. Um tað er møguligt, so kann man brúka andlitsmasku. Um tað tikist eitt sindur ógvusligt, ber eisini til at lata vera við at koma alt ov tætt at hvørjum øðrum, og harvið blanda andaleiðir. Um brúkararnir eru frískir og ikki eru í vandabólki, haldi eg at tað er ráðiligt at opna aftur.

Vinarliga
Pál Weihe, yvirlækni”

Vísandi til skrivið frá Pál Weihe, hava vit gjørt fylgjandi treytir fyri at leiga høllina:

·         Skiftingarrúmini eru ikki opin. Tey ið leiga høllina, mugu møta í ítróttarklæðum og fara undir brúsu heima.

·         Øll sum møta skulu spritta hendurnar væl áðrenn byrjað verður.

·         Vit mæla til at fólk ansa eftir ikki at koma ov tætt at hvørjum øðrum.

·         Tað er umráðandi at einans frísk fólk, ið ikki eru í vandabólki leiga høllina.

Høllin kann leigast við at ringja til Nikkel á tel. 740450