Íverksetarakvøld í Kolshøll 10. januar

Týsdagin 10. januar kl 19.00 verður tiltak fyri íverksetar – ella komandi íverksetar – í Kolshøll. Tað er felagið Ráðgevin sum skipar fyri tiltakinum. Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá hvussu ein kann koma í gongd við eitt virksemi, fíggingarmøguleikunum og annað ið er hent at vita hjá einum ið ynskir at stovna eitthvørt virksemi.
Tilboðið er galdandi bæði fyri núverandi/etableraðar fyritøkur og fyri spírar á íverksetaraøkinum sum einans hava eitt hugskot.

Framløgur vera frá millum annað Íverkseturnarhúsinum, Ráðgevin, Explore Eiði, Alnetið, Heimablídni í Elduvík, Eiði Camping, Faroe Islands Surf Guide og øðrum.
Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst.
Tilmelding fer fram við at skriva eini boð til Ráðgevin á Facebook ella senda eini boð til +298583286.
Melda til í seinasta lagi tann 9. Januar, fyri at tryggja tær pláss.

Skráin er ikki heilt endalig. Vit kunnu vænta at fleiri spennandi framløgur verða kunngjørdar seinni.

Skrá:
Símun Jóhan Wolles, Samskipari, bjóðar vælkomin.
Magni Thomsen Greiðir frá um Íverksetan, Hópfígging, o.a. spennandi møguleikar.
Ingvar Hentze greiðir frá um Alnetið.
Heimablídni í Elduvík greiðir frá um teirra gongd og royndir.
Faroe Islands Surf Guide kemur at siga frá teirra byrjan.
Kristjan Madsen greiðir frá um Eiði Camping.