Íverksetararskeið innan ferðavinnu
Umhugsar tú at byrja virksemi innan ferðavinnuni?
Hevur tú góð hugskot, men trupult við at koma í gongd?
Ella hevur ferðavinnan tín áhuga?
So er hetta júst nakað fyri teg!
Eiðis kommunu skipar fyri einum ókeypis skeiði í byrjunar-íverksetan. Skeiðið verður í húsinum í Hólmanum á Eiði tann 23. Februar frá kl 17 – 21.
Hví skalt tú koma á skeiðið?
Tú fert at læra um hvussu tú kanst byrja, reka og marknaðarføra títt virksemi innan ferðavinnuni, eins og menna tínir førleikar innan hesi vinnu.
Úrtøkan hjá luttakaranum:
Tú fært innlit og greið amboð í hvussu tú kanst:
1. Byrja eitt virksemi.
2. Reka eitt virksemi.
3. Marknaðarføra.
Á skeiðinum verður ein fyrilestur. Eftir fyrilesturin verður høvið at arbeiða við sínum hugskotið eins og spyrja spurningar.
Málbólkur:
Skeiðið er serliga ætlað til tey ið áhugað eru í ferðavinnuni, og ynskja at starvast innan hesi vinnu tó skulu øll eru hjartaliga vælkomin.
Evnini ið verða viðgjørd eru:
Hvat virkið kann ein stovna og hvør er mannagongdin.
Virkis ætlan.
Hvussu kann man marknaðarføra sítt virksemi/hugskot.
Soleiðis kanst tú reka títt virksemi.
Undirvísari:
Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetarahúsinum.
Praktiskar upplýsingar:
Tilmelding fer fram við at skriva navn, email, telefonnummar til eidi@eidi.fo innan hósdagin 21. februar 2019 kl. 12.00.
Grund skeið í ferðavinnuni:
Hvat fyri fyritøku kann ein stovna?
· Greiða frá hvørjir møguleikarnir eru og um til ber, kanska nevna nakrar av fyrimunum og tvørleikunum hjá hesum møguleikunum.
Hvaðani kann ein søkja um stuðul?
· Greiða stutt og greitt um hvar og hvussu ein kann søkja um stuðul.
· Tosa um fyrimunin at leggja pening í sjálvi.
.
Hvat skal til fyri at fáa eina gongd á sítt virksemi.
· Týdningurin við at verða væl fyrireikaður.
· Samskifta við onnur
· Fylgja allar lógir og treytir.
· Kenna sín kundabása.
· Gera ein SWOT analysu og/ella aðrar analysur av fyritøkuni/hugskotið.
Hvussu reki eg eitt virksemi.
· Greiða frá hvat er neyðugt at viðlíkahalda, betra um og leggja dent á.
Her kundi man greitt frá um marknaðarførslu, rokniskap, virkis ætlan o.s.v.
Týdningurin av marknaðarførslu.
· Greiða frá um týdningin av marknaðarførslu.
· Greiða frá teimum ymsu møguleikunum ein hevur at marknaðarføra uppá. (kundi kanska víst onkur dømir)
· Samstarv við onnur innan hesi vinnu.
Týdningurin av at hava eina virkis ætlan (Business plan).
· Greiða frá hvat ein virkis ætlan er.
· á hvønn hátt ein kann fáa ágóðan av hesi ætlan.
· Hvussu virkis ætlanin kann setast í samband við stuðul og marknaðarførslu.
Høvið verður givið til spurnigar og at arbeiða við sínum hugskotið/verkætlan eftir fyrilesturin.