Janus Open 2025 myndir og frásøgn

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Í vikuskiftinum 17.-19. januar varð skipa fyri talvkappingini Janus Open 2025. Í Kolshøll savnaðust telvarar úr Føroyum, Spania, Íslandi og Danmark, fyri at royna seg í hesari nýggju kappingini.

Kappingin var alment sett fríggjakvøldi klokkan 18:00, tá umboð fyri Talvfelagið Rók, Eiðis kommunu og Talvsamband Føroya hildu røður. Eftir røður og kunning um praktisk viðurskifti, varð tøgn hildin fyri Janusi í Løðuni, sála, ið kappingin eitur eftir. 



Ein eldsál
Janus í Løðuni var ein eldsál fyri telving á Eiði. Hann var altíð klárur, at bjóða nýggjum limum vælkomnum í felagið. Úrslitini høvdu ikki alstóran týdning fyri Janus. Av størri týdningi var tað, at limirnir kendu seg væl og høvdu tað gott. Tapti onkur eitt talv, so var Janus skjótur at vísa á tað jaliga.
At tað var eitt gott úrslit móti so sterkari mótstøðu. Vann onkur eitt talv, so var hann avbera glaður teirra vegna.  Tað er eyðsæð, at saknur er í Janusi. Bæði í felagnum og í lokal umhvørvinum sum heild. 


Janus í Løðuni var ein eldsál fyri telving á Eiði. Hann andaðist eftir sjúkalegu, 6. juli 2024, 46 ára gamal.


Størsta kapping í Føroyum nakrantíð
 Janus Open 2025 er størsta kappingin nakrantíð í Føroyum í mun til tal av luttakarum. Millum luttakararnar vóru kendastu telvarar í Føroyum, so sum Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen A. Apol. Eisini vóru fleiri luttakarar møttir úr útlondum. Kendasta útlendska navnið var helst kvinnuligi stórmeistarin Lenka Ptáčníková. Hon er fødd og uppvaksin í Tjekkia, men hevur seinastu tjúgu árini umboða Ísland í altjóða kappingum.  Í alt vóru 103 luttakarar í øllum aldri til kappingina. 

Útlendingar settu dám á úrslitini
Íslendski Ádam Ómarsson vann 6 síni fyrstu talv. Sunnudagin var eitt finaluumfar millum 17 ára gamla Ádam og danska avbjóðaran Casper Liu, ið var eitt hálvt stig aftanfyri. Tað eydnaðist dananum at koppa íslendinginum og vinna Janus Open 2025. Besti kvinnuligi telvari var Hallgerður Thorsteinsdóttir. Eingin føroyskur telvari megnaði at vinna seg upp í triðu tey fremstu plássini.


 
Sunnudagin var finalutalv á skránni millum tveir tannáringar. Tað var danski Casper Liu, ið vann Janus Open 2025. 


Væl frágingi tiltak
Umstøðurnar hjá telvarunum vóru avbera góðar og fleiri teirra róstu fyriskiparunum fyri eitt sera gott tiltak. Vit á Eiði eiga at vera errin av, at vit eru før fyri at skipa fyri og húsa einum so stórum og søguligum tiltaki. Sum skilst, er ætlanin at gera Janus Open til afturvendandi kapping.   


Endaðu tiltakið við fagnaðarløtu
Eftir at seinasta talvi var telvað vóru talvfólk og borðini ruddaði burtur og steypini borðin inn í høllina. Steyp vóru latin vinnarunum. Kappast var m.a. eftir aldursbólki, ratingtølum og eisini millum tey, ikki høvdu nakað ratingtal. At handa vinningarnar vóru komnir Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jógvan í Skorini, borgarstjóri og Jógvan Karstin í Løðuni, sonur Janus í Løðuni.

Rógvi Egilstoft, formaður í Róki, nýtti høvið at takka øllum stuðlum, fyriskiparum og luttakarum. Løgmaður segði eisini nøkur orð, har hann m.a. vísti á hvussu gleðiligt tað er, at nógvir ungir telvarar vóru til kappingina. Jóannes Mørkøre, elsti bróðir Janus, segði eisini nøkur orð, har hann mintist bróðir sín.  Eftir handaninar varð felagsmynd tikin av telvarunum. Eftir myndatøkuna fóru fólk so smátt hvør til sín og tiltakið var av. 



Eitt tiltak, ið vit í Eiðis kommunu heilt avgjørt kunnu vera errin av. Takk til fyriskiparar, luttakarar og ikki minst Janus sála, fyri sítt eldhugaða arbeiði, Róki at frama.   


  




     

Myndasavn