Jólahald í frítíðarskúlanum

Mikudagin í farnu viku var jólahald í nýggju hølunum frítíðarskúlunum á Eiði. Nýggju hølini eru á Gerðisvegi 2.

Hátíðarhaldið byrjaði við at børnini sungu tvey jólaløg og síðani kundu gestirnir
hyggja seg um í teimum nýggju hølunum. Rísalamang, piparnøtur og mandarinir vóru at fáa.

Nógvir gestir komu á gátt og fólk vóru spent at síggja nýggju hølini.
Enn verður einans ovara hædd nýtt men væntandi verður alt húsið klárt at taka í nýstlu eftir jólafrítíðina.

Frítíðarskúlin í Eiðis kommunu eitur Spírin, tað ganga 32 børn í Spíranum.

Eitt umboð fyri Spíran segði at “Hetta er sum at fáa egið heim.”
Tað sæst á øllum brøgdum, at bæði arbeiðsfólk og børn eru spent og glað
fyri nýggju umstøðurnar.

Myndasavn