Jólahald í Eiðis skúla

Jólahald í Eiðis Skúla

Mikudagin var siðbundna jólahaldið í Eiðis skúla á skránni. Kølið og hált var uttanfyri, men inni í stásiligu mentanarhøllini vóru sera nógv fólk møtt, fyri at hyggja at m.a. krubbuspæli og sjónleiki.
Kvøldið byrjaði við, at næmingar úr 3. Flokki gingu Santa Lucia og næmingar úr yngru flokkunum høvdu gentukór

Eftir hetta varð eitt jólatræð sett upp og næmingar úr 4. og 5. flokki lósu upp ymisk jólaboð
ímeðan tey pyntaðu jólatræði við ímyndum av boðskapinum, ið tey lósu upp.

Síðani høvdu forskúlabørn eina framførslu við dansi afturvið jólaklassikarnum
“Eg gleði meg so nógv til jóla”

Millum hvørja framførslu sluppu áskoðararnir eisini at syngja nøkur jólaløg og sálmar.

Eftir forskúlabørnini, framførdi fyrsti flokkur krubbuspæl, og síðani vóru tað næmingar
úr 3 og 4 flokki ið sungu

Tá ið kvøldið fór at halla, framførdu næmingar úr 6 og 7. flokki ein sjónleik av útvarpsleikinum “Mórugøta”

Láturin rungaði í høllini, meðan “Kenneth” og “Jón” gjørdu ónáðir við vikarin, ið helt seg doyggja
tá ið hann datt í eina balju av spiki.

Kvøldið endaði við at jóla evangeliið varð lisið og síðani varð “gleðilig jól” sungið í felag.

Samanumtikið var talan um enn eitt framúr gott jólahald í mentanarhøllini.

 

Myndasavn