Jólakapping í talvi fyri børn

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Sum vant fyri hesa ársins tíð eru alskyns tiltøk á skránni, og hjá talvfelagnum Róki er einki undantak.

Hóskvøldið 14. desember varð skipa fyri jólakapping, har børn felagsins luttóku. Eiðis skúli var karmur um kappingina, og klokkan 17:00 varð fyrsti leikur fluttur.

Fyriskipararnir greiddu teimum sjey luttakarunum frá, hvussu kappingin var skipa, og teir settu seg við borðini. Friðurin og spenningurin legði seg nú yvir salin.  Nú skuldi slagið standa.

Við kaffi í hond, eygleiddu teir vaksnu áskoðararnir hesar spírandi telvarar, sum til tíðir, í berum spenningi, gloymdu gamlan talvskikk og máttu minnast á, at friður skal valda, tá talv er á skránni. Telva var 10+5. Eitt talv vardi í 10 minuttir, og telvarar fingu 5 sekund fyri hvønn leik.

Í summum talvum hetta kvøldið hevði tíðin hug at arga, og stutt var millum leikirnar. Í einum talvið, var tað nettupp tíðin, sum var avgerandi. Telvarin brúkti ov langa umhugsanartíð, og tíðin gekk undan.


Í steðginum var gott hjá børnunum, at fáa sunkist og góðgæti.

Hendan kappingin var ein liður í, at fyrireika børnini til komandi ár, og tað var greitt, at børnini ætlaðu sær at vinna steypi, sum kappast var um. Aftaná góðar 3 tímar av telving, stóð ein vinnari eftir.


Vinnarin av Jólakappingini gjørdist David Lützen. Silvur heiðursmerki vann Natasja Mørkøre, og bronsuna vann Jónas Lützen,  sum er bróður David.

Børnini hjá Róki luttaka javnan í kappingum kring landið, og vant verður tvær ferðir um vikuna. Týsdag á Eiði og Hósdag verður vant við Margáir. Tað er greitt, at dugur er í hesum ungu telvarunum.

 

Myndasavn