Jólakonsertin hjá Norðljómi 2023 – Frásøgn og myndir

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

12. desember klokkan 11:30, var árliga jólakonsertin hjá Norðljómi á skránni, fyri næmingum í Eiðis skúla. Næmingar hjá Norðljómi sluppu, at vísa síni tónleikaligu kynstur, bæði sum einstaklingar, og í bólki.

Byrja varð við tveimum kendum jólasangum. Nevnliga, Lítla fitta nissa mín og Jingle Bells. Hesir jólaklassikarnir vóru framførdir á gittar av næmingum, sum framførdu á fyrsta sinni.

Eftir framførsluna ljómaðu lógvabrestirnir. Hugsast kann, at hetta verður við til, at stimbra hugin hjá næmingunum enn meir.

Talan var um eina jólakonsert, men annar tónleikur slapp eisini framat.  Millum annað var tónleikur hjá Mozart á skránni. Ein av meira royndu næmingunum framførdi Klaver sonátu nummar 12. Helst betri kend, sum Mánalýsissonátan.

Konsertin endaði við einum jólaligum brakið. Bólkurin framførdi Sleturokk, og fjøldin sang óført við.

Møguleiki verður, at hoyra hesar dugnaligu næmingar í kvøld (12. desember) klokkan 17:00, tá almenna konsertin er á skránni í Kolshøll.

Myndasavn