Jólatræið 2019 – myndafrásøgn

Mánakvøldið var hálvtrýssinstjúgunda jólatræðshaldið á Eiði á skránni.
Sera nógv fólk møttu til tiltakið.
Tiltakið byrjaði við at borgarstjórin bjóðaði vælkomin, síðani spældi Eiðis ljómfelag nøkur jólaløg.
Í ár var tað nýggi presturin, Jonhard Jógvansson, sum las søgu fyri børnunum.
Orsaka av keðiliga veðrinum, varð tiltakið síðani flutt inn í Hólmahúsið, har drekka og rísalamang var at fáa. Eiðis ljómfelag framførdi fleiri jólaløg inni í Hólmahúsinum og at enda komu jólamennirnar eisini við pakkum til børnini.

Sí myndafrásøgn.

Myndasavn