Jólatræið 2023 – myndir og frásøgn
4. desember 2023
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Myndir: Sigmar M. Mørkøre.
Sunnudagin 3. december var jólatræið í Eiðis kommunu tendrað. Tiltakið byrjaði klokkan 17:00. Kuldin og hálkan hevði hug at arga, men ein rúgva av fólki møtti hóast alt til hesa hugnaligu løtu. Tiltakið var sett av Fríðu J. Joensen, forkvinnu í trivnaðarnevndini. Saman við nógvu børnunum taldi hon til trý, og so varð træið tendrað.
Jonhard Jógvansson, prestur, segði frá søgu, og eftir eina løtu, komu jólamenn oman til bygdina í brandbilum, at handa børnunum jólapakkar.
Talan var um eitt stak hugnaligt og væl eydna tiltak.