Jólatræið tendra – Frásøgn og myndir

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Mánakvøldi varð jólatræið tendra á Eiði. Fólk vóru savnaði í Hólmanum, fyri at halda hendan hátíðardag, sum nú hevur 52 ár á baki. Sum vant, er tað fyrrverandi norski vinarbýður okkara Holmestrand, sum gav okkum eitt træ.

Norðljómur spældi jólaløg og Jonhard Jógvansson, prestur, segði nøkur orð. rísalamang og karamellur gingu væl, og kaffi kom helst væl við hjá teimum flestu, hetta kalda November kvøld.

Millum børnini var serliga eitt hæddarpunkt í væntu og tað gekk ikki leingi, áðrenn jólamenninir komu, at býta posar út til børnini, fyltir við alskyns góðgæti.

 

Myndasavn