Jólatræið tendrað – Myndir og frásøgn
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í góðverðinum mánakvøldið 2. desember varð jólatræið í Eiðis kommunu tendrað. Saman við spentu børnunum taldi Fríða Jóinsdóttir Joensen, forkvinna í trivnaðarnevndini, uppí trý, og so floymdi ljós um træið úr norska vinarbýnum Holmestrand. Lógvabrestirnir ljómaðu frá stóru fjøldini, ið var møtt til hetta siðbundna tiltakið. Eiðis Ljómfelag spældi undir og var hetta sum vant sera væl frágingi.
Eitt av afturvendandi tiltøkunum eru søgurnar, ið vera sagdar fyri børnunum og í ár var tað Hildibjarta Jacobsen, sum segði børnunum eina søgu.
Tað stóra hæddarpunkti hjá børnunum var sum vera man, tá jólamenninir komu ýlandi omaneftir Eiðisvegnum í brandbilunum hjá Eiðis sløkkiliði. Eftir at teir heilsaðu uppá børnini, var fari at dansa um jólatræið. Børnini royndu helst at skunda undir hetta eitt sindur, tí teimum kunnugt høvdu jólamennirnir pakkar við til teirra. Tá pakkarnir skuldu handast, var tað sum sild í tunnu og kringsettu jólamenninir høvdu úr at gera.
Talan var um eitt væl frágingi tiltak, har bæði børn og vaksin fóru vælnøgd til hús.