Jólatúrður á Eiði Jólaaftansdag
Jólaaftansdag klokkan 10.30 – áðrenn jólafriðurin veruliga hevur lagt seg og jólatræ, jólamatur og jólagávur verða á skránni – verður skipað fyri jólatúri á Eiði.
Tiltakið verður skipað soleiðis, at øll byrja við Hólmahúsið, fyri síðan at ganga ella renna runt vatnið eina ella tvær ferðir, vit endað aftur við Hólmahúsið. Vælkomin at hava nissuhúgvuna við.
Aftaná bjóðar kommunan kaffi, sunkist og karamellur.
Lutakast verður millum luttakararnar um eitt gávukort frá Inn á Eiði á 500 kr. Tilmelding fer fram á staðnum, beint áðrenn klokkan 10:30, og luttøkan er sjálvandi uttan nakran kostnað.
Eftir at vinnarin av gávukotinum er funnin, verður kirkjugongd í Hólmahúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vónandi síggjast vit til eitt frískligt og hugnaligt tiltak á Eiði jólaaftansdag.