Kai- og vinnuøkir verða ruddað í Eiðis kommunu

Eiðis kommuna fer í holt við at rudda kai- og vinnuøkir í kommununi. Í hesum sambandi heitir Eiðis kommuna á borgarar og fyritøkur, sum hava lutir ella órudd standandi á kommunalum øki, um at beina hetta burtur av økinum skjótast gjørligt. Seinasta freist at fáa lutir ella órudd burtur av økinum er 31. desember 2021.

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Eiðis kommunu um øki. Øll onnur eiga at rudda alt tilfar burtur av økinum.

Verða lutir ella órudd ikki ruddaðir burtur innan 1. januar 2022, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Eru ivamál um eitt hvørt í hesum sambandi, er møguligt at ringja til Eiðis kommunu á tel. 200400 ella skriva ein teldupost til: eidi@eidi.fo