Kirkjuráðsval verður 7. november

Nú eru valevnislistarnir til kirkjuráðsvalið, sum verður 7. november, innkomnir. Og eftir ætlan verða valkort send veljarunum í viku 42. Er onkur sum ætlar sær at atkvøða, men ikki hevur fingið valkort tá tann vikan er av, verða tey biðin um at venda sær til valstýrisformannin Regin Ellingsgaard á tlf. 232380.

Á Eiði fer valið fram í kjallaranum í missiónshúsinum Karmel. Valhølini eru opin frá kl. 10 til kl. 20.

Valevnini í Eiðis sókn eru hesi:
Paula Bøgesvang
Guðrun Ejdesgaard
Poul Johannes Ellingsgaard
Súnfríð Fríðheim
Katrin Højsted
Lydia Vesturdal Jacobsen
Kristjan Madsen
Doris í Garði Olafsdóttir
Durita Reinert
Ólavur Zachariassen