
Klumma um Heystfagnaðin 2025
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Føroya bygdasligasta tiltak, Heystfagnaðurin, var aftur á skránni í ár. Tiltakið telist millum tey best umtóktu tiltøkini kring landið.
Heystfagnaðurin leggur dent á bygdamentan í Føroyum og tað, ið heysti hevur at bjóða. Fagnaðurin telur alskyns tiltøk yvir fleiri dagar, men tað er einki ivamál í, at leygardagurin er tann stóri dagurin. Á høvuðsøkinum er sum á Ólavssøku, tá stóra fjøldin savnast um tey fjøltáttaðu tiltøkini.
Á pallinum verður kappast í øllum frá at vinda hespu til at finna Føroya størsta epli. Kappingin ið dregur flestu áskoðarar er óiva flettikappingin. Ein stór mannamúgva var savna í góðveðrinum at síggja flettararnar kappast umframt at skoða hinar kappingarnar og annars at hugna sær saman.
Sum heild var veðrið avbera gott og átti ivaleyst sín leiklut í at ársins Heystfagnaður tók fleiri met í mun tal av gestum. Hetta sæst mest aftur í søluni av mati. Longu klokkan 16:00 var meira suppa seld enn allan leygardagin í fjør og sum heild var allur matur mest sum útseldur.
Heystfagnaðurin 2025 er nú av, og Eiðis kommuna vil við hesum takka øllum fyriskiparum og gestum fyri eitt væl frágingi tiltak.