Klumma um leygardagin á Heystfagnaðinum
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Heystfagnaðurin á Eiði verður nevndur Føroya bygdasligasta tiltak. Hetta er eitt slagorð, sum lýsir tiltakið væl, og tað livir eisini upp til tað á hvørjum ári. Á skránni eru alskyns tiltøk, sum fagna og hátíðarhalda bygdarlívið og heystið í Føroyum.
Leygardagurin á Heystfagnaðinum er tann dagurin, har skráin er rúgvumiklast. Klokkan er farin nakað av 13:00, tá ið eg leiti mær oman til økið.
Stóri pallurin á økinum fangar áhugan hjá teimum fólkunum, ið vóru møtt í kuldanum.
Á pallinum verður kappast í at vinda hespu. Fleiri telefonir eru á lofti, fyri at filma hesa sjarmerandi løtuna.
Neystini á økinum eru væl pyntaði til endamálið, og ein jaligur andi liggur í luftini. Fólk eru av álvara komin í Heystfagnaðarhýrið.
Gongur tú á økinum, er tað sum um, at tú berur eyga við okkurt nýtt og áhugavert hvar tú so hyggur.
Møguleikarnir fyri at keypa sær okkurt til matna eru fleiri í talið. Millum teir meira sjáldsomu møguleikarnar var vognurin, har Gutti Winther og 7. Flokkur í Eiðis skúla bjóðaðu nossa nuggets.
Hendan matvøran vísti seg, at vera sera væl umtókt. Spurd um hvussu hesar nuggets royndust, hildu fólk flest, at tær vóru á góðari leið. Ein samanbar smakkin við toskalippur, og ein annar helt fyri, at tær smakkaðu “nossu” væl.
Venda vit aftur til pallin, er hann karmur um tað tiltakið, sum helst dregur flest áskoðarar, nevnliga flettikappingin.
Fjøldin hyggur at, meðan flettarar stríðast óført.
Spenningurin økist, nú luttakararnir trína fram á pallin. Dómararnir greiða frá, hvussu alt skal ganga fyri seg. Tað vísir seg, at tíðin telur 40% av samlaða stigatalinum.
Eftir tvey innleiðandi umfør eru finalistarnir funnir. Vinnarin gjørdist Eivindur Eyðunsson, av Trøllanesi.
Sum kvøldið byrjar at halla, hava nakrar konsertir verið á skránni, og tær vóru allar sera væl frágingnar. Serliga góð var konsertin við Dynamitt. Sum vant, so skuffaðu teir ikki, og bólkurin fekk fjøldina at kóka við sínum vælkendu sangum.
Endabrakið á leygarkvøldinum, er stóri dansurin í Hólmahúsinum. Fyrr í vikuni var frálæra í bæði foxtrot og rock and roll dansið, so nú var lagamanni hjá fólki, at vísa seg sum dansarar.
Í ár var Heystfagnaður á skránni fyri 10. ferð, og sum altíð, var talan um eitt sera hugnaligt tiltak. Takk til Heystfagnaðarnevndina fyri teirra megnar arbeiði.