
Kolshøll karmur um kvinnulist
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í apríl mánaði varð kunngjørt, at kvinnulig listafólk í Eiðis kommunu fingu møguleikan at sýna fram list í Kolshøll.
Vit hitta hesar dugnaligu kvinnur kvøldið fyri, at sjálv sýningin skal byrja. Tær hava úr at gera við teimum seinastu fyrireikingunum og eru sera spentar. Fleiri listaverk liggja klár til at verða sett uppá veggin uttanfyri sjálvu Kolshøll og vitna um, at á Eiði eru fleiri dugnaligar listakvinnnur.
Hóskvøld 15. mai klokkan 18:00. Ein fjøld savnast í Kolshøll fyri at hitta hesar listakvinnur og síggja verk teirra. Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri, setir listaframsýningina, og flytir fram røðu. Í røðuni vísir hon á, at tá ið tosað verður um listakvinnur av Eiði, so er Sigrun Gunnarsdóttir sjálvsagt størsta navnið. Við síni list hevur hon sett Eiði, og Føroyar, á heimskortið. Tove K. Samuelsen vísti tó á, at hendan listaframsýning skal ikki einans snúgva seg um Sigruna, tí á Eiði eru fleiri listaspírar, ið vit kunnu vera errin av, og hetta er eisini teirra møguleiki at sýna fram list teirra.
Í røðuni verður amerikanska listakvinnan Carmen Lomas Garza sitera. – List er ikki ein framíhjárættur. Tað er ein grundarsteinur av at vera menniskja.
Eftir røðuna var møguligt hjá teimum frammøttu, at skoða hesi listaverk og keypa tey, um hugur var til tað. Sólin bakaði oman og niðan, og tí varð kaffi, te og smákøkur bjóða beint uttanfyri inngongdina. Flestu fólkini gjørdu sær dalt av hesum, og skundaðu sær út at fanga nakrar sólstrálur.
Talan er um eitt tiltak, ið vísur okkum á allar tær dugnaligu og fryntligu listakvinnur vit eiga í Eiðis kommunu.
Framsýningin heldur fram soleiðis:
16. mai – 17:00 til 19:00
17. mai – 15:00 til 17:00
18. mai – 14:00 til 16:00