Kommunulæknin – broyttar avgreiðslutíðir um jólini
Læknaviðtalurnar við Norðskála, Vestmanna og Kollafirði koma at skiftast um at hava opið í jólaferiuni. Hesar dagar verður bert bráfeingis læknahjálp veitt.
Læknaviðtalan við Norðskála hevur opið 20. og 21. Desember. Læknaviðtalan við Norðskála hevur tlf. 42 30 06.
Læknaviðtalan í Kollafirði hevur opið 27. desember. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp, kunnu fólk ringja á tlf 30 24 20.
Læknaviðtalan í Vestmanna hevur opið 28. desember. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp, kunnu fólk ringja á tlf 42 40 03.
Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum hevur opið sum vant frá kl. 16.00-08.00 yrkadagar, og í vikuskiftum og halgidagar er opið alt døgnið. Læknavaktin hevur tlf 1870.
Læknaviðtalan við Norðskála hevur opið aftur sum vanligt frá mikudegnum 2. januar 2019.